Skipamyndir Hafþórs Hreiðarssonar

26.03.2008 18:25

Beinisvørð á veg til Føroyar

Beinisvørð á veg til Føroyar

Nú seinnapartin umleið kl. 16.00 loysir nýggi Vágstrolarin Beinisvørð í Akureyri og setur kós ímóti Føroyum.
Hans J. Joensen, reiðari á Beinisvørð, sigur við Suðuroyarportalin, at teir vænta at verða á Vági einaferð seinnapartin fríggjadagi
n
Þessi frétt birtist á suduras.fo, fréttavef Suðureyinga í dag og læt ég vera að þýða þetta enda auðskilið. Fleiri fréttir af þessum skipakaupum frænda vorra hafa birst að undanförnu á vefnum. T.a.m. þessi  sem birtist 21. mars sl. :






Heimferðin hjá Beinisvørð útsett nakrar dagar

Suðuroyarportalurin tosaði í gjár við Hans J. Joensen, reiðara á Beinisvørð. Hans J. Joensen sigur, at teir hava gjørt av at útseta heimferðina í nakrar dagar. Orsøkin er, at teir skulu gera onkur smáting við skipið, og nú Beinisvørð er á skipasmiðju í Akureyri og viðri á íslendsku krónuni er lágt, hava teir gjørt av at gera hesi tingini beinanvegin.

Hans J. Joensen sigur við Suðuroyarportalin, at hetta fer at seinkað fráferðina úr Akureyri nakað og verða teir tí helst ikki á Vági við Beinisvørð fyrr enn síðst í komandi viku.

Suðuroyarportalurin fer at fylgja við málinum og siga frá, tá meiri er at frætta.

Myndirnar eru tiknar ónsdagin, eftir at teir vóru lidnir við at mála Beinisvørð.






Og þessi sem birtist þann 18 mars sl. :

Komandi vikuskifti kemur nýggi djúpvatnstrolarin Beinisvørð til Vágs. Beinisvørð er fyrrverandi Andey, sum er keyptur úr Íslandi. Beinisvørð er bygdur í Gdansk í Póllandi í 1989 og er longdur og umbygdur í 1998, tá eru eisini nýggj spøl, akselgenartorar, ljósmotorur, og nýtt róður sett í skipið. Skipið er 45 m. langt, og 8,6 m. breitt, og er smá 600 bruttotons til støddar. Beinisvørð kemur í flotan ístaðin fyri djúpvatnstrolaran Sancy.

Hans J. Joensen, reiðari á Beinisvørð, sigur við Suðuroyarportalin í kvøld, at teir hava verið í Akureyri og eftirkannað skipið. Hans J. Joensen sigur, at teir fara ætlandi av Akureyri seinni í vikuni og tað tekur umleið tvey døgn at sigla á Vág.

Andey hevur higartil fiskað sum rækjutrolari, feskar rækjur, men hevur eisini kókað rækjur umborð. Hans J. Joensen sigur, at nú skipið kemur til Vágs, er nýggj rækjufabrikk við øllum umborð á skipinum, men hendan fabrikkin verður tikin í land og nýggja fabrikkin, sum var umborð á Sancy, verður so sett umborð á Beinisvørð.

Hans J. Joensen sigur at enda, at teir vóna at tað ikki tekur meiri enn 2 vikur at gera skipið klárt til fiskiskap.

Tann triði Beinisvørð
Hetta er annars tann triði Beinisvørð, sum er heimahoyrandi í Vági - og tað heldur sjáldsama er, at øll trý skipini, sum hava hitið Beinisvørð, eru keypt úr Íslandi.

Tann fyrsti Beinisvørð var ein slupp, sum varð bygd í Brixham í suðurvestur Onglandi í 1884. Í 1900 keyptu íslendingar skipið, sum tá æt "Robert the Devil", í Íslandi æt skipið Robert. Í november 1913 keypti A/S J. Dahl á Gørðunum skipið, sum kom at eita Beinisvørð. Í 1929 fekk hesin fyrsti Beinisvørð ísettan ein einkult cylindara Tuxham motor á 54 hk. Fyrsti Beinisvørð varð 26. mars 1941 søktur av einum týskum flogfari einar 60 fjórðingar úr Nólsoynni - øll manningin varð bjargað.

Tann næsti Beinisvørð var ein damptrolari, sum varð bygdur í Port Glasgow í Skotlandi í 1918. Hesin Beinisvørð varð keyptur í Íslandi í 1946, tá æt skipið "Karlsefni". Tað var eisini A/S J. Dahl á Gørðunum, sum keypti hendan Beinisvørð til Vágs. Beinisvørð varð seldur til Danmarkar í november í 1956, har hann var upphøgdur.

Og í vikuskiftinum kemur sostatt triði Beinisvørð í røðini til Vágs. 

Myndirnar av Beinisvørð í dokkini í Akureyri eru tiknar seinnapartin í dag, meðan Beinisvørð varð málað.



 

Flettingar í dag: 396
Gestir í dag: 80
Flettingar í gær: 716
Gestir í gær: 113
Samtals flettingar: 9395037
Samtals gestir: 2007374
Tölur uppfærðar: 7.12.2019 11:11:38
 










Eldra efni

clockhere

Tenglar

Um mig

Nafn:

Hafþór Hreiðarsson

Farsími:

8956744

Heimilisfang:

Sólbrekka 29

Staðsetning:

Húsavík

Heimasími:

4642030

Önnur vefsíða:

www.640.is